Hvussu seta vit í verk rehabilitering, sum tryggjar føroyingum, ungum sum eldri, eitt virkið lív hóast sjúku ella brek?
Á ráðstevnuni Sum longst í egnum lívi, ið verður í Norðurlandahúsinum 31. august 2012, viðgera týðandi norðurlendskir serfrøðingar innan íverksetan av rehabilitering hendan spurningin. Ergoterapeutfelagið skipar fyri ráðstevnuni.
Rehabilitering er komin á dagsskránna í Føroyum. Á politiskum stigi eru tiknar avgerðir, ið gera tað møguligt at fara í gongd. Næsta stig er at seta í verk eina virkandi rehabilitering. Hetta er størsta avbjóðingin í allari tilgongdini.
Í okkara grannalondum hava tey longu gjørt sær nógvar royndir við rehabilitering. Hesar royndir kunnu vit í Føroyum gagnnýta. Allir fyrilestrarhaldararnir á ráðstevnuni Sum longst í egnum lívi fyri øll í Føroyum hava ein týðandi og leiðandi leiklut á øllum stigum í menningini av rehabilitering í teirra londum. Tí er ráðstevnan eitt gott høvi hjá okkum í Føroyum at læra av norðurlendsku royndunum og førleikunum, nú vit sjálvi standa á gáttini til at byrja rehabilitering.
At seta í verk og leiða eina rehabilitering avbjóðar tað núverandi skipanina og býtið av millum øðrum hjálpitólum, røkt, stuðul og venjing. Hetta setur serlig krøv til leiðslustýring, samskipan og førleikamenning av starvsfólkum. Fortreytin fyri at skapa eina vælvirkandi rehabilitering er, at tey ymisku tilboðini í gerandisdegnum hjá borgararnum vera samanhangandi. Ráðstevnan varpar ljós á hvussu hetta kann gerast.









