Ráðstevna um norðurlendska matgerð

Ein nýggjur norðurlendskur køkur á støði við italska, spanska og franska køkin skal skapast, og leiðin varð løgd á ráðstevnu á Norður-bryggjuni í viku-skiftinum

Marjun Dalsgaard

Toppurin av norðurlendska toppinum innan matgerð hittust í vikuskiftinum á Norður-bryggjuni í Keypmannahavn at skapa ein nýggjan norðurlendskan køk á støði við aðrar víðagitnar køkar í heiminum. Kokkarnir hittust 24 tímar áðrenn ráðstevnan "Nordisk Køkken Symposium" fór av bakka-stokki, at kjakast um, orða og skriva undir eina yvirlýsing fyri nýggja norðurlendska matgerð.
Síðan var ráðstevnan sett, hvørs endamál var, at fáa allar partar í mat-vøruframleiðsluni í talu. Tankin aftanfyri er, at kokkar, útvegarar og politikarar mugu tosa saman, so hesi í felag kunnu nýta og góðska ta fjølbroyttu náttúruna, sum vit eiga í Norðurlondum.
Framleiðslustjórar skulu ikki leggja seg eftir tí, sum brúkarin vil hava, men tí sum er gott - so skal brúkarin nokk vilja hava tað, var boðskapur-in. Brúkarin kann ikki vita, um tað, sum er til keyps, er nóg gott, um hann ikki veit, hvat annað er at fáa. Ein trupulleiki er, at matvøruframleiðsla oftast snýr seg ov um pening og ikki um góðsku. Tí verða miðalgóðar vørur framleiddar til ein sømuligan prís, men tað besta og bíligasta er møguliga ikki at fáa. Hetta eiga vit at broyta í felag, so norðurlendsk matgerð verður kend fyri at vera rein, frísk og margfaldað og í tráð við nútímans vitan um heilsu og vælveru við virðing fyri umhvørvinum.
Náttúran er her. Hon bíðar eftir, at vit brúka hana, og besti hátturin at varðveita tað góða, vit hava í Norðurlondum - á havinum og haganum, er at nýta tað og viðlíkahalda tað.
Leif Sørensen umboðar Føroyar í bólkinum av kokkum, og hevði aftrat sær Gunndur Fossdal, sum er kokkur á Hotel Føroyum. Haraftrat var Birgir Enni við. Hann helt fyrilestur um møguleikar við føroyskum skeljadjórum og bjóðaði sera vælumtóktar bitar av øðum omaná.
Ongar kvinnur
Tað hevur vakt ans í donskum bløðum, at ongar kvinnur vórðu bjóðaðar við í bólkin av norðurlendskum kokkum, sum skuldu orða uppskotið til norðurlendska matgerð. Hetta stendist millum annað av tí at Norðurlendski Ráðharrastovn-urin hevur verið við til at fyrireika ráðstevnuna, og ráðið hevur eina meginreglu um javnstøðu, sum sigur, at helvtin av øllum nevndum og stýrisbólkum skal vera kvinnur í einum tílíkum tiltaki.
Lise Lykke Steffensen, ráðgevi í Norðurlendska Ráðharrastovninum, sigur, at hon ikki ivast í, at tað finnast eins góðir kvinnuligir kokkar, men at Norðurlendski Ráðharrastovnurin ikki hevur havt hug at leggja seg út í, hvørjir kokkar ið vórðu valdir at luttaka. Tó varð stýrisbólkurin fyri ráðstevnuna mannaður av eins nógvum kvinnum og monnum, og hon dugir tí ikki at síggja nakran trupulleika við at stuðla tiltakinum.
Tað er danski kokkurin Claus Meyer, ið eisini er ein av stigtakarunum til ráðstevnuna, sum hevur avgjørt, hvørjir kokkar skulu bjóðast, og hann heldur, at hann hevur valt út frá júst tí nýskapandi og listarliga, sum hann hevði brúk fyri til hetta endamáli. Hann er vælnøgdur við úrslitið, og kennir at hann hevur valt rætt, segði hann tá ráðstevnan var liðug.
???????
Manifest for Det Ny Nordiske Køkken
Vi nordiske kokke finger tiden moden til at skabe et Nyt Nordisk Køkken, der i kraft af sin
velsmag og egenart kan måle sig med de største køkkener i verden.

1)udtrykke den renhed, friskhed, enkelhed og etik, som vi gerne vil forbinde med vores region
2)afspejle de skiftende årstider i sine måtider
3)bygge på råvarer, som bliver særlig fremragende i vores klimaer, landskaber og vande
4)forene kravet om velsmag med moderne viden om sundhed og velvære
5)fremme de nordiske produkters og producenters mangfoldighed og udbrede kendskabet til kulturerne bag dem
6)fremme dyrenes trivsel og en bæredygtig produktion i havet og i de dyrkede og vilde landskaber
7)udvikle nye anvendelser af traditionelle nordiske fødevarer
8)forene de bedste nordiske tilberedningsmetoder og kulinariske traditioner med impulser udefra
9)kombinere lokal selvforsyning med regional udveksling af varer af høj kvalitet
10)invitere forbrugere, andre madhåndværkere, landbrug, fiskeri, små og store fødevareindustrier, detail- og mellemhandlere, forskere, undervisere, politikere og myndigheder til et samarbejde om dette fælles projekt, der skal blive til favn og glæde for alle i Norden.
?????

Kokkarnir, ið hava orðað og undirskriva yvirlýsingina fyri nýggja norðurlendska matgerð, eru hesir:

Leif Sørensen Føroyar
Mathias Dahlgren, Bon Lloc, Svøríki
Ejvind Hellstrøm, Restaurant Bagatelle, Noreg
Hákon Ørvarsson, Nordica Hotel, Ísland
Hans Valimaki, Ches Dominique, Finland
Rune Collin, Nipisa, Grønland
René Redzepi, noma, Danmark
Erwin Lauterbach, Saison, Danmark
Mikael Bjørklund, Alandia Gourmet, Åland skuldi vera við, men kom ikki