Stjórnin í Iran fer at skipa fyri einari ráðstevnu, sum skal kanna tey "vísindaligu prógvini" fyri jødatýningini undir seinna heimsbardaga, og hvørjar avleiðingar hon hevur fingið og eigur at fáa.
Talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum í Teheran, Hamid Reza Asefi, sigur við Reuter, at altjóða samfelagið vil ikki kanna jødatýningina, men at Iran er til reiðar at skipa fyri einum slíkum orðaskifti. Sambært talsmanninum er tað umráðandi at fáa fatur á vísindaligum próvtilfari, sum kann prógva týningina og avleiðingarnar.
Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, segði fyri stuttum, at jødarnir vórðu als ikki týndir undir seinna heimsbardaga. Hann hevur eisini mælt til at strika Ísrael av heimskortinum, og at fólkið har skal flytast til Evropa ella USA at búgva.