Í mars verður USA vertur fyri einari altjóða ráðstevnu um Haiti. Á ráðstevnuni, sum verður í New York, fáa heimsins lond høvi til at játta pening til at endurreisa Haiti fyri eftir jarðskjálvtan tann 12. januar.
Í gjár var ein fyrireikandi fundur í kanadiska býnum Montreal. Har segði forsætisráðharrin í Haiti, Jean-Max Bellerive, at í fyrsta umfari ræður um at útvega teimum neyðstøddu í Haiti mat, vatn, læknaviðgerð og tak yvir høvdið.
Síðani kann heimssdamfelagið leggja ætlanir um at endurreisa samfelagið. Tað arbeiðið fer sambært fleiri at taka eini 10 ár, skrivar Reuters.











