GRUNDLÓG
Á ráðstevnuni, sum verður hildin í Norðurlandahúsinum, vera fleiri gestir frá altjóða stovnum og lærdum háskúlum, ið hava serkunnleika í stjórnarviðurskiftum.
Tað er grundlógarnevndin, ið skipar fyri altjóða ráðstevnuni. Í hesum døgum verður annars arbeitt við at manna nevndina av nýggjum. Í nevndina skulu veljast politisk umboð fyri allar flokkar á tingi, og harafturat skal nevnast við samfelagsfrøðingum. Arbeiðið í nevndini skal eisini umskipast í ávísan mun, men roknað verður við, at alt tað er fingið upp á pláss áðrenn ráðstevnuna. Grundlógarnevndin fer til verka við støði í tí arbeiðnum, sum varð gjørt í farna valskeiði.
Ráðstevnan skal viðgera fleiri evni, sum hava týdning fyri grundlógararbeiðið. Hugt verður eftir tilgongdini, ið snýr seg um hvussu arbeiðið verður skipað. Farið verður eisini ígjøgnum háttalag ella metodu, sum viðger hvussu ein grundlóg verður skrivað. Ymiskar stjórnarlógir í heiminum verða gjøgnumgingnar og samanbornar, og munir millum stýrisskipanarlóg og stjórnarlóg verða lýstir. Harafturat verður spurt, hví ein stjórnarlóg er neyðug, og hvat hon skal brúkast til.
Evnini vera skipað við fyrilestrum og orðaskifti. Harumframt vera eisini verkstovur, har til ber at kjakast meiri óformliga.
Ráðstevnan er fyri innbodnum, men so leingi pláss er eftir kunnu áhugað fáa pláss við at seta seg í samband við skrivstovuna hjá nevndini, ið heldur til í løgmálaráðnum (358080).
Fyrilestrar og verkstovur verða hildnar á føroyskum, enskum og norðurlendskum máli.