Ráðstevna um fiskiskap í Tinganesi

Burðardyggur fiskiskapur, millumlanda felagsskapir og óskipað fiskiveiða í altjóða sjógvi eru millum evnini, sum fiskimálaráðharrar og embætisfólk hava viðgjørt á ráðstevnu í Tinganesi

Mánadagin og týsdagin sótu fiskimálaráðharrar og embætisfólk úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi, Noregi, Kanada, Russlandi og ES á ráðstevnu í Tinganesi um ymisk fiskivinnumál, sum londini samstarva um..

Umsiting av havinum
Tosað hevur verið um burðardyggan fiskiskap, og um hvussu vit umsita tilfeingið í havinum.
Millumlandafelagsskapir hava eisini verið viðgjørdir, og eitt nú hevur verið tosað um, hvørt felagsskapir sum NEAFC og NAFO virka eftir ætlan.
Spurningurin um óskipaðan fiskiskap í altjóða sjógvi hevur somuleiðis verið eitt av umrøðuevnunum.

Onnur viðurskifti
Aftrat nøkrum høvuðspunktum, sum verið hava á skránni, hevur eisini verið høvið at tosað um onnur mál, sum viðkoma londunum á ráðstevnuni.
Soleiðis hevur spurningurin um reguleringina av svartkjaftinum verið viðgjørdur eins og tey fýra londini, sum standa aftanfyri NAMCO-felagsskapin, Føroyar, Ísland, Grønland og Noregi, hava tosað um framtíðina og felags áhugamál í hesum sambandi.

Ongar avgerðir
Á ráðstevnuni í Tinganesi vóru ES og Russland umboðað við embætisfólki ? og ikki sínum fiskimálaráðharrum, sum hini londini vóru, og tí var kanska ikki væntandi, at tær stóru avgerðirnar fóru at verða tiknar á fundinum.
Væntandi var tó, at onkur tilmæli fóru at spyrjast burtur úr.
Um middagsleitið í gjár varð kallað til tíðindafundar, men stundir vóru ikki at fáa niðurstøðurnar av fundinum við í hetta blaðið.