NORA ? Norrønt Atlantssamstarv ? varpar ljós á vaksandi norðuratlantisku cruiseferðavinnuna við ráðstevnu í Keypmannahavn 14. februar Ráðstevnan verður fyriskipað, tí alt fleiri og størri cruiseskip leggja at landi í mongu havnunum í Norðurhøvum. Í kjalarvørrinum á skipunum eru nýggir vinnumøguleikar, men eisini avbjóðingar.
Skal nakað fáast burturúr hesum nýggju møguleikum, krevst at londini í Norðuratlantshavinum eru virkin og vilja samstarva um at menna eina burðardygga ferðavinnu.
?Cruiseferðin er einasti ferðaháttur, har sama ferðafólkið upplivir stórar partar ella alt Norðuratlantshavi á somu ferð. Tí er tað eyðsæð, at londini í Norðuratlantshavinum hava felags áhuga í at styrkja samstarvið innan vaksandi cruiseferðavinnuna.? sigur stjórin á NORA, Lars Thostrup. Hann nevnir felags branding av Norðuratlantshavinum sum cruiseferðamál, umhvørvi, tryggjan av lokalum vinnumøguleikum og trygdin á sjón¬um som nøkur av økjunum har áhugi er fyri samstarvi.
Á NORA fegnast tey um, at hava fingið fleiri týðandi umboð fyri bæði altjóða cruise¬vinnu og umboð fyri cruisevinnuna í økinum at leggja fram á ráðstevnuni.
Ráðstevnan verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn hósdagin 14. februar. Skráin fyri ráðstevnuna sæst á heimasíðuni hjá NORA á www.nora.fo og har ber eisini til at tekna seg. Tað er ókeypis at vera við á ráðstevnuni, men tilmelding krevst kortini. NORA mælir til at tekna seg sum skjótast, tí tað er avmarkað luttakarapláss, sigur NORA í tíðindaskrivi.