Tað er eingin loyna, at tað seinastu mánaðirnar hevur verið kjakast nógv aftur og fram hvørt føroyingar skulu loyva arvagransking ella ikki.
Eitt slíkt mál er sera eymt, og torført at fáa semju um, tí nógv verður tosað út frá kenslum.
Íslendingar hava spælt greitt út, og teirra arvagransking er eftir øllum at døma komin rættiliga fitt áleiðis.
Men tað eru nú ikki øll, sum eru so samd um hetta er rætti vegurin fram, ella um tað finnast aðrir skilabetri vegir at ganga.
Hetta og annað hevur Almanna- og heilsumálaráðharrin nú sett sær fyri at finna fram til, og tí hevur hon skipað fyri eini ráðstevnu at verða í Norðurlandahúsinum tann 1. juni.
Við á ráðstevnuni verða granskararar og serfrøðingar uttan úr heimi.
Dr. Graeme Laurie, frá lærda háskúlanum í Edinburgh, Linda Nielsen, cand. jur. formaður í etiska ráðnum í Danmark og Dr. Andrew Hicks, vísindamaður í arvagransking fara at halda fyrilestrar, sum fara at snúgva seg um arvagransking sæð út frá einum løgfrøðisligum, etiskum og vísindaligum sjónarmiði.
Endaliga skráin er ikki sett saman enn, men tað verður kunnað um tað seinni verður sagt úr Almanna- og heilsumálastýrinum.










