Fríggjadagin og leygardagin verður áhugaverd ráðstevna í Norðurlandahúsinum
um menningarmøguleikar innan fólkatónleik. Ráðstevnan fevnir um framløgur, orðaskifti og kjak, og hartil eisini eina konsert við luttakarum úr Nordic Folk Camp.
Byrjað verður fríggjadagin kl. 16.00 í Norðurlandahúsinum við eini framløgu.
Ráðstevnan heldur á fram allan leygardagin frá kl. 09.00 - 18.00.
Øll eru vælkomin og luttøkan er ókeypis.