Ráðstevna ímóti Sellafield

Fiskimenn og umhvørvisverndarfelagsskapir í Lofoten í Noregi hava hildið ráðstevnu, har málið var at steðga dálkandi útlátinum á endurvinningarverkinum Sellafield

Ráðstevnan, sum var í Stamsund, vísti, at norskir fiskimenn fata dálkingina frá Sellafield-verkinum sum eina hóttan ímóti fiskivinnuni. Nógv skip og bátar lógu inni, tí menn vóru á ráðstevnu, og fleiri teirra høvdu vundið eitt svart klædnastykki upp í mastrina fyri at gera vart við evnið á ráðstevnuni.
Norski fiskimálaráðharrin, Svein Ludvigsen, og umhvørvismálaráðharrin, Børge Brende, vóru á fundinum í Stamsund, og umhvørvismálaráðharrin lat ongan iva vera um, hvat hann og stjórnin halda um dálkingina frá Sellafield-verkinum.
- Bretar siga, at útlátið er ikki vandamikið, men tað er í hvussu er so mikið vandamikil, at teir ikki vilja goyma evnini sjálvir. Vit vilja heldur ikki hava tey, segði Børge Brende.
Ein serfrøðingur hjá norsku geiðslaverndini greiddi á ráðstevnuni frá, at bretar hava rætt í, at sum er er dálkingin ikki nakar vandi fyri heilsuna hjá fólki. Hann gjørdi tó vart við, at hedan niðurstøðan er grundað á verandi vitan, og hann mælti bretsku myndugleikunum til at steðga útlátinum.
- Vit vita ikki til fulnar, hvussu hesi dálkandi evnini hátta sær í náttúruni, og tí er betur at vera fyrivarin í einum máli sum hesum, segði Per Strand frá norsku geiðslaverndini.