Løgfrøðingar úr øllum norðanlondum eru í hesum døgum á ráðstevnu í Føroyum. Skeðini verða hildin á Hotel Hafnia. Tað er NLA, sum skipar fyri ráðstevnuni, og tað er aðru ferð, at ráðstevnan verður hildin.
Endamálið við ráðstevnuni er, at løgfrøðingarnir kunnu deila royndir og vitan gjøgnum tað sosialu samveruna, fyrilestrar og skeið, so at teir kunnu verða betri brynjaðir til nýggju avbjóðingina. Við ráðstevnuni fáa løgfrøðingarnir høvi at hittast á einum meira óformellum støði, har ið kappingarelementið er lagt til viks, og tí vilja teir fegin deila teirra marknaðarloynidómar.
Løgfrøðingar úr øllum norðanlondum hittast, og stórur dentur verður eisini lagt á tað sosiala og mentanarligu upplivingina í Føroyum. Soleiðis koma fólk eisini at kennast, og løgfrøðingarnir skapa sær eitt netverk av kontaktpersónum í grannalondunum. Tað er heilt vist eisini ein fyrimunur hjá løgfrøðingunum at hava nógvar samstarvsfelagar.