Spyrt tú ein Føroying hvat honum dámar best so er svarið sum oftast “ræst kjøt”. Ræst kjøt er ein stórur partur av føroyska samleikanum. Angin av tí fyrsta ræsta kjøtinum boðar frá, at nú er heystið komið. Eplini og røturnar eru komin til høldar og nú koma veitslurnar, samkomurnar, jólaborðhaldini og ikki minst hugnin heima har tú gleðist við tínum kæru um tær góðu rávørur sum hetta land hevur fingið frá Skaparans hond.
Leygarkvøldið 18. oktober skipaði Hotel Norð á Viðareiði fyri ræstkjøtaveitslu. Longu 3. september høvdu teir flett 16 lomb sum høvdu gingið í Ónagerðshaganum. Hotel Norð er sera vælegnað til slík tiltøk. Borðini í hugnaligu veitsluhøllini vóru innbjóðandi og starvsfólkini vóru sera fryntilig og fyrikomandi. Hotellið hevur eina góða barr, sum hevði verið hugnaligari um nøkur livandi ljós vóru á borðinum, eitt sindur skýmligari. Barrvørðarnir og starvsfólkini vóru í snotiligum búnum sum gevur eitt “professionelt” inntrykk.
Kvøldið byrjaði við einum vælkomstdrykki frá Føroya Bjór. Hesin var ein Sct. Brigid Blond, tvs. ein yvirgeraður hveitiølur. Hann var blandaður við Sisu sodavatni og var frískligur, men skilji ikki hví man skal blanda øl við sodavatn?
Veitslan var sett at byrja kl. 19 og alt var tilreiðar, men føroyingum líkt koma fólk seint so klokkan nærkaðist 20 áðrenn boðið var til borðs! Fyrireikarnir høvdu væntað eini 200 fólk, men komu ikki meira enn gott 100. Spell tí slíkt kvøld krevur nógva fyrireiking.
So byrjaði borðhaldið og lagt var fyri við eina sera vælsmakkandi ræstari súpan við gularótum “al dente”, káli og lítlum sellaribitum. Breyð var boðið til súpanina, men eg vildi heldur havt rís í.
Ein snapsur “on the house” var boðin og so kom ræsta kjøtið á borðið. Hetta vóru stór og góð stykkir sum smakkaðu ótrúliga væl og vóru tilpass røst. Tað er altíð ein stór løta at smakka tað fyrsta ræsta kjøtið, - ein gleðist. Afturvið vóru føst og góð eplir av Viðarreiði og gularøtur. Kjøtið var boðið tvær reisir og ivaleyst var til. Til dessert var ein vælsmakkandi heimagjørdur vanilluísur við jarðberjasaft og so kaffi.
Serveringin gekk skjótt og væl. Vatn var á borðinum, ein ølur kostaði kr. 25 og ein einkultur snapsur tað sama og eru hetta sámuligir prísir. Ein sera vælupplagdur Jákup Weyhe stóð fyri skemtinum og har vóru nógvar fínar; eg visti ikki at brandmenn nú taka sína útbúgving í stigum! Kim Hansen spældi afturvið góða felagssanginum og endaði kvøldið so við dansi.
Tað vóru rættiliga nógv avbygdarfólk í veitsluni. Tað er ongin ivi um at slík tiltøk úti á bygd sum henda óføra ræstkjøtaveitslan og líknandi tiltøk, lundaveitslur, fiskaveitslur, jólaborðhald osfr. kunnu fáa fólk í miðstaðarøkinum at fara til hesi tiltøk, tí at tað er so mikið forkunnugt.
Samanumtikið var kvøldið sera væleydnað og stuttligt og vóru tær kr. 500 fyri kuvertin væl givnar út.
Jógvan Heinesen, stjóri og eigari av Hotel Norð á Viðareiði, sigur at næst á skránni eru jólaborðhaldini og eru hesi sera væl vitjaði. Hann segði at hotellið hevur rættiliga nógv skeiðvirksemi í vetrarhálvuni . Hann fýltist á, at ferðafólkatalið í Føroyum er minkandi – serliga ringur var juni mánaði. Hotel Norð er kent fyri sínar lundar, men í ár fekk hotellið bert 300 lundar og verða tey noydd at innflyta úr Íslandi fyri at nøkta eftirspurningin. Jógvan Heinesen vónar at nýggj berghol verða gjørd í oynni, hetta vil hava sera stóran týdning fyri økið.