Ræst at roykja í Klaksvík

Tað er ikki bert vestmenningar, ið hava góð úrslit við at fáa ungfólk at lata vera við at roykja. Í Klaksvík hava tey helvtað talið av roykjarum í fólkaskúlunum

Við slagorðinum »Tað er ræst at roykja« hava klaksvíkingar megnað eitt bragd, ið líkist nógv tí í Vestmanna.

Síðani 2004 er talið av roykjarum í skúlunum á Ziskatrøð og við Ósánna farið í helvt, úr ávikavist 25 og 33,3 prosentum til 13 og 7 prosent.

Dávur Winther, ið er mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu, greiðir frá, at har hava tey gjørt eitt miðvíst arbeiði síðani 2004 fyri at fáa næmingarnar at lata vera við at byrja at roykja, og at leggja av, um teir eru byrjaðir.

Hetta arbeiði hevur heilt greitt givið úrslit. Tann mest víðgongda broytingin er nokk farin fram í skúlanum við Ósánna, har tað í 2004 var ein av trimum, sum roykti, men har tað í 2008 bert var ein av tíggju næmingum, sum royktu dagliga.

Men eisini á Ziskatrøð er broytingin stór. Har tað áðrenn var ein av fýra, sum royktu, er tað í 2008 bert gott og væl ein av tíggju, sum roykja.


Ræst at roykja

Dávur Winther greiðir frá, at tey, umframt alt tað vanliga arbeiðið við at upplýsa, eisini skipa fyri einum serligum degi á hvørjum ári.

- Hvørt ár hava vit ein dag, har vit hava nakrar fyrimyndir inni og greiða frá um teirra royndir við royki. Eitt nú hava vit havt Jákup Veyhe, Hanus G. Johansen, The Ghost, Týr og onnur inni og greitt frá, hvussu tey hava upplivað royking tætt at kroppinum, og hví tey ikki roykja, sigur Dávur Winther.

Hann greiðir frá, at tey hava góðar royndir av hesum degi, sum plagar at vera sera hugnaligur. Hesin dagurin er partur av kampanjuni, sum tey í Klaksvík koyra undir navninum »Tað er ræst at roykja«.


Heiðra roykfríum flokkum

Hóast tey í Klaksvík enn ikki hava ein heilt roykfrían skúla, eru tey væl á veg, og hava megnað fleiri bragd. Eitt nú vóru í fjør einir fimm til seks flokkar, har eingin roykti.

- Tá hesir flokkarnir hava klárað nakað so flott, so hava vit givið teimum heiðursbrøv afturfyri bragdið. Saman plaga vit so at hava henda eina dagin, har tað er lív í, og har Summarfestivalurin eisini hevur verið inni og hevur lutað bilettir butrur, sigur Dávur Winther.

Hóast tey enn ikki kunnu kalla seg roykfrían skúla, má sigast, at tað er sera flott, at bert ein av tíggju næmingum í framhaldsdeildunum í Klaksvík roykja.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í stuttari viðmerking, at hann er sera fegin um góða úrslitið, og at hann ynskir teimum tillukku við flotta úrslitinum.