Bláikrossur: Rúslinjan hjá Bláa Krossi hevur higartil verið opin tvey kvøld um vikuna, men víðkar nú tænastuna og svarar hereftir alt samdøgrið.
Leiðslan hjá Bláa Krossi hevur nú, í samráð við sjálvbodnu ráðgevararnar hjá Rúslinjuni avgjørt, at víðka hesa tænastuna, so nú svarar Rúslinjan hvørt vikuskifti frá fríggjakvøldi til sunnukvøld frá kl. 20-24.
Fyrstu ferð víðkaða skipanin virkaði var seinasta fríggjakvøld. Hetta verður gjørt, tí at mett verður, at størri tørvur er á hjálp og ráðgeving í vikuskiftunum enn mitt í viku. Tænastan verður nú í veruleikanum ein døgntænasta, tí at uttanfyri áðurnevndu klokkutíðir verður Rúslinjan víðaristillað til vakthavandi ráðgeva á Blákrossheiminum, har vakt er alt samdøgrið.
Endamálið við Rúslinjuni er, at veita hjálp og vegleiðing til teirra, ið liva í misnýtslu av rúsdrekka og rúsandi evnum, ella sum liva saman við einum misnýtara. Ráðgevararnir hjá Rúslinjuni hava fulla tagnarskyldu, og bæði brúkarar og ráðgevarar hava rætt til at vera ónevnd.
Rúslinjan hjá Bláa Krossi hevur tlf. 318586.