Í ár skal tað vera

Real Madrid liðformaðurin, Raul vónar at hetta verður árið, tá steypið við teimum stóru oyrunum, aftur kemur til spanska høvuðstaðarfelagið

Við einum tryggum 3-1-sigri móti Lazio, tryggjaði Real Madrid sær í gjárkvøldið fremsta plássið í bólki C í Champions League, tætt fylgdir av Olympiakos. Sigurin var sera týdningarmikil fyri spaniólarnar, ið nú hava í hyggju trupla mótstøðu í fyrsta ”knock-out” umfarinum.

- Málið hjá mær móti Lazio var ikki so týdningarmikið, men tað var liðinnsatsurin. Vónandi er hetta árið hjá Real Madrid í Champions League, sigur Raul sambært Marca.

Real hevur ikki bara eydnuna við sær í Champions League, í heimligu kappingini førir liðið eisini.

- Vit hava trýggjar dystir eftir í ár, og í heimligu kappingini snýr tað seg um at halda frástøðuna til okkara kappingarneytar. 2007 er við at hasa av, og tað hevur verið eitt gott ár hjá liðnum og hjá fjepparunum, sigur liðformaðurin.

Real Madrid vann í summar sítt 30. spanska meistaraheiti.