Í ár skal parkeringstrupulleikin í Havn loysast

Parkeringshús er allarhelst á veg, og tá hetta kemur, verður talan um gjaldsparkering í Havn

Parkeringsviðurskiftini í Havn eru ein vaksandi trupulleiki, og nú er langt síðan, nakað ítøkiligt er gjørt við stóru avbjóðingina. Tað koma alsamt fleiri bilar, og næsta ár letur Eysturoyartunnilin upp fyri ferðslu. In.fo hevur spurt Býráðið hjá Tórshavnar kommunu, hvussu gongur við arbeiðnum at betra um parkeringsviðurskiftini, sum tað hevur verið tosað um so leingi.

 

- Vit hava akkurát snakkað og kunnað okkum um parkeringina og fara at seta okkum aftur við tí skjótt. Endamálið er at fáa gjørt nakað ordiligt við trupulleikan, og vit koma heit sikkurt at gera nakað við tað í ár, sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd í býráðnum hjá Tórshavnar kommunu. 

 

 

Kunnu vænta parkeringshús

 

Jákup Dam kann ikki geva heilt konkretar viðmerkingar um, hvørjar ætlanirnar eru, men Havnarfólk kunnu vænta okkurt í stíl við parkeringshús og gjaldsparkering.

 

- Tað er ikki pláss fyri bara at gera fleiri parkeringsbásar í miðbýnum í Havn. Tað verður nokk okkurt, sum kemur at líkjast parkeringshúsum. Vit mugu hava gjaldsparkering, um vit skulu gera nakað við parkeringstrupulleikan. Tí um vit skulu gera eina stóra íløgu í eittt parkeringshús, má tað eisini kosta at parkera, sigur hann. 

 

 

5 milliónir er ikki nóg nógv

 

Býráðið hevur sett 5 milliónir av til parkering í kommununi fyri í ár. Hann ásannar, at 5 milliónir ikki er nóg nógv til at loysa parkeringstrupulleikan í Havn. 

 

- Tað er ikki so nógv. Skulu vit gera nakað munagott fyri parkering, so kemur tað at kosta 10-tals milliónir. Vit koma ikki til at loysa allan trupulleikan her og nú, men hetta kann vera ein byrjan at seta gongd á, sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd.