Hetta hevur gentan roynt áður, og hon helt seg heldur ikki aftur leygardagin.
Í tí eina siðnum niður á eina rímiliga stóra rók, fóru hon og pápin bæði niður - fyrst pápin, síðan dóttirin.
Komin niður á rókina, loystu tey seg úr línuni og fóru leys eftir rókini at ræna nátaegg.
Stóru hæddirnar og partvís illgongdu røkurnar ræddu ikki gentuna - ei heldur pápan um, at dóttirin var við.
Uppi á bakkanum stóð abbin og hevði ábyrgdina av, at tey bæði komu uppaftur í øllum góðum, tá liðugt var at ræna.
Hugtakandi var at síggja tey bæði arbeiða saman niðri á rókini - hann frammanfyri og hon aftanfyri.
Slíkt ber til og er við til at halda traditiónini uppi, tá byrjað verður á ungum árum at hava ungdómin við sær.
vilmund@sosialurin.fo