Í Bretlandi hava myndugleikarnir illgruna um, at ungfólk av útlendskum uppruna, sum hvørva úr skúlanum, eru send av landinum og har noydd at gifta seg eftir boðum frá foreldrum og øðrum avvarandi. Tað sigur BBC, sum vísir til eina frágreiðing hjá einari tingnevnd, har sagt verður, at á hvørjum ári hvørva umleið 100 ungfólk av útlendskum uppruna úr bretsku skúlunum. Kanningar hava seinni víst, at nógv av hesum ungu eru endað uttanlands, og myndugleikarnir halda, at fleiri teirra verða noydd at gifta seg har.









