Ljósið varpað
á ævintýramannin í hattinum
sum segði okkum søgurnar
um nýggju klæði keisarans
um gentuna við svávulpinnunum
um snjódrotningina
um stoppinál og storkar
um stóra Klávus og lítla Klávus.
Hann varð borin í heim fyri tveyhundrað árum siðan
og doyði sjeyti ára gamal
fyri stórthundrað árum síðan
og tíggju aftrat.
Lív og ljós og orð og ljóð.
Meðan alt glitrar á hinari rásini
slókna ljosini í glugganum á Pæturstorginum í Rom
og pávin
er
í beinleiðis sjónvarpsfrásøgn
farin heim til fedrar sínar
klokkan
21.37.
Kirkjuklokkurnar ringja um heimin allan
og tár hómast
í eygnakrókum á pílagrímum.
Sorg og tár og tíð og ró.
Í kirkjuni undir fjallinum
stendur kona undir børu
óvarpað
góðvarpað
altíð
sum eitt av ævintýrunum
trúgv sum pávin
og kát sum tann lítla havfrúgvin
hon fekk fólk at gráta av gleði og læa í sorg.
Heit og bjørt og fjálg og góð.
Í kvøld varpaðu ljósini birtu á øllum rásum.
Berlin, 2/4-05
Martin Næs