Rósing Hansen 50 ár

Týsdagin 11 november fyllir Rósing Hansen av Strondum 50 ár.

Tað kann sigast, at Rósing er strandingur við stóra S, tá hann stórsta partin av lívinum aktivt hevur virka bæði í arbeiðslívi og í felagslívi í heimbygdini.
Seinastu 3-4 árini hevur Rósing starvast á kryvjivirkinum Viking Seafood á Strondum, har hann við hepnari hond passar trukkin og stýrir goymsluni á virkinum.
Sum sagt hevur Rósing verið aktivur í felagslívinum á Strondum, har hann serliga sum kitmaster hjá 1. mansliðið hjá StÍF í nógv ár hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði, og er hann við tíðini vorðin fast inventar á beinkinum, tá 1. deild spælir. Eitt dømi um at maðurin eisini her tekur sítt arbeiði í fullum álvara, er tá hann til mest avgerandi dystirnar hjá liðnum fer í sálarbótará at fylla dunkarnar. Eitt stutt skifti vaskaði hann eisini klæðini hjá 1. deild.
Rósing hevur stóran áhugað fyri felagnum sum heild og fylgir eisini væl við yngru deildunum, og okkurt ár hava enntá kvinnurnar havt hansara áhugað. Rósing sat eisini eitt skifti í nevndini í hondbóltssambandinum,so tað má sigast, at hansara partur liggur ikki eftir.
Rósing hevur eisini stóran áhugað fyri jørð og seyði. Hann røktar ungakyrrshagan á Strondum, og gongur hann við lív og sál upp í hetta starv.