Steypakappingin, sum var í amboðsfimleiki leygardagin, var í gjár umrødd her í blaðnum. Tíverri er ein villa komin í tekstin. Tað var ikki Fróði Mortensen, men Rósing Dam, sum vann báðar kappingarnar farna vikuskifti. Sum tað eisini sást á talvunum við úrslitunum, gjørdist Fróði Mortensen ávikavist nummar trý og fýra í kappingunum á gólvinum og í paralellu barrunum. Orsakið mistakið.









