Grundlógarhoyr byrjaði í Føroya rætti klokkan 14.30 í dag, men einki fekst at vita um málið, tí grundlógarhoyrið var fyri afturlatnum hurðum, og tí varð skuldsetingin ella skuldsetingarnar ikki lisnar upp, fyrr enn hurðarnar vóru læstar.
Portalurin skilir, at málið er eitt stórt rúsevnismál, og at meira enn ein persónur er skuldsettur.