Rúsevnir fyri milliónir

Hin ákærdi í stóra rúsevnismálinum koyrdi alt Føroya land upp og niður við rúsevnum fyri fleiri enn 20 milliónir krónur í viðførisrúminum 25-ára gamli hálvi føroyingurin, sum í hesum døgum er fyri í einum nevningatingi, fekk nakrar taskur í bil sín longu fyrsta dagin, smuglarabáturin var komin til landið. Hetta var sunnudagin 9. september í fjør.

Síðani koyrdi ákærdi við hesum taskunum í viðførisrúminum líka til sunnukvøldið 16. september. Hann segði seg ikki hava ánilsi av, at tað vóru góð 24 kilo av amfetamini og sløk 15 kilo av extacypulvuri í taskunum, fyrr enn seint hóskvøld 13. ella tíðliga fríggjamorgunin 14. september.

Hetta hevði ákærin ilt við at skilja, og hon royndi fleiri ferðir at vísa á politifrágreiðingar og rættarfundir, har hin ákærdi hevði havt aðrar frágreiðingar um, nær hann fekk at vita, at talan var um rúsevni og smugling.

Ákærdi segði seg angra, at hann ikki beinanvegin, hann fekk at vita um rúsevnini, segði frá, at hann ikki vildi verða við til slík lógarbrot, men tað var misskiltur loyalitetur mótvegis barndómsvini sínum.

Hesin barndómsvinurin er mettur sum ein av stóru kanónunum innan íslendsku narkoverðina, og er fyri stuttum síðani dømdur í Íslandi fyri júst somu smuglarasakina.

Avhoyringin í gjár av ákærda tókm allan seinnapartin, og klokkan var um hálvgum seks, áðrenn Linda Hesselberg, ákæri, var nøgd.