Rúsevni í tonsavís

Eftir minni enn einari viku hevur rúsevnaløgreglan í Algeria lagt hald á umleið fýra tons av rúsevninum kannabis á markinum millum Algeria og Marokko, skrivar AFP. Myndugleikarnir siga, at rúsevnið var á veg á marknaðin, og at tað helst hevði givið eigarunum nakrar milliónir dollarar í lumman. Umframt tey fýra tonsini av kannabis fann algeriska løgreglan tríggjar millióini dollarar í einum bili, sum bleiv funnin á markinum við Marokko. Menninir, sum høvdu verið í bilinum, sluppu til rýmingar inn um marokkanska markið.