Leiðslan í ES-tinginum er illa við, eftir at eitt týskt sjónvarpslið hevur funnið leivdir av rúsevninum kokain í fleiri enn 40 ymsum støðum í tinghúsinum.
Frágreiðingin hjá formansskapinum er, at tað munnu vera ungfólk, sum hava verið í starvsvenjing, sum hava brúkt kokain, men tað eru minni enn so øll, sum góðtaka ta frágreiðingina. Svenski professarin Fritz Sørgel sigur við Aftonbladet, at tað er ov lætt at geva ungfólki skyldina. Hann heldur tvørturímóti, at tað eru embætisfólk hjá tinginum sjálvum, sum hava brúkt kokain, meðan tey hava verið til arbeiðis.
Tíðindamaðurin hjá týska sjónvarpinum Sat1 bað eina rannsóknarstovu kanna rúsevnið, sum hann fann í tinghúsinum, og svarið var, at tað var kokain. Sjálvur hevur tíðindamaðurin greitt frá, at hann fann rúsevnið í fundarhølum, skrivtsovum og í sjálvum tingsalinum.