Rúsevni sum frímerki í umferð

Løgreglan sigur, at seinastu tíðina hava tey havt fleiri mál, har frímerki, sum í veruleikanum eru rúsevni, eru funnin.

Løgreglan sigur, at seinastu tíðina hava tey havt fleiri mál, har frímerki, sum í veruleikanum eru rúsevni, eru funnin.  

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur við Miðahúsið, at tað er ikki nakað nýtt sum so, men at í seinastuni hevur hetta vundið nógv upp á seg. Hesi frímerki kunnu vera fleiri ymisk sløg av rúsevnum, men tað slagið, sum løgreglan hevur funnið í seinastuni, er LSD. Og í og við, at talan er um rúsevni í frímerkjum, er tað torført hjá løgregluni og tollvaldinum at finna hesi.

 

 

 

 

Í einum brævbjálva kunnu mong frímerki vera. Løgreglan sigur, at frímerkini hava eitt virði á upp ímóti 300 krónum, og eitt bræv fylt við hesum frímerkjunum kann hava eitt virði á upp ímóti 90.000 krónum. Nøkur mál við rúsandi frímerkjum eru farin til ákæruvaldið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í dag.