Rúsevni hóttir tjóðina

Skal Afghanistan nakrantíð gerast eitt viðurkent samfelag í heimshøpi, má landið fyrst sleppa burtur úr teimum ovurhonds stóru rúsevnistrupulleikunum. Tað sigur forsetin, Hamid Karzai.

Nógvir túsund bøndur í Afghanistan liva av at dyrka opium, og ongastaðni í heiminum verður so nógv opium dyrkað sum har. ST hevur mett, at tann árliga framleiðslan liggur um 6.000 tons, og at framleiðslan er vaksin eina helvt tey seinastu árini, sjálvt um altjóða samfelagið hevur roynt at tálma vøkstrinum. ST og aðrir felagsskapir hava roynt at fáa bøndurnar at dyrka ymiskt annað heldur enn opium, men uttan úrslit, tí bøndurnir fáa nógv meiri burtur úr rúsevninum.

Tá Hamid Karzai, forseti, í gjár hitti umboð fyri amerikanska verjumálaráðið, segði hann, at rúsevni er ein álvarssamur trupulleiki fyri Afghanistan og hóttir tjóðina.