Fimm av monnunum, sum royndu at smugla millum 50 og 60 kilo av amfetamini til Íslands, eru varðhaldsfongslaðir Teir fimm menninir vórðu tiknir í gjár, og í rættinum vórðu teir varðhaldsfongslaðir. Sambært Morgunblaðnum skulu teir flestu sita í varðhaldi til tann 18. oktober.
Teir fimm menninir eru í 30- og 40-árunum.
Í sambandi við sama mál eru tveir íslendingar handtiknir í Keypmannahavn, og ein maður er tikin í Noregi.
Menninir royndu at smugla millum 50 og 60 kilo av amfetamini við einum seglbáti úr Danmark til Íslands. Á vegnum løgdu teir at landi í Føroyum, og løgreglan her hevur verið við í arbeiðinum at avdúka málið.