Teir tríggir menninir, sum vórðu tiknir á veg til Íslands við rúsevnum, skulu framvegis sita í varðhaldi
Rætturin í Reykjavík gjørdi í gjár av, at Rúnar Þór Róbertsson, Árni Hrafn Ásbjörnsson ein niðurlendingur, sum varð tikin saman við teimum, skulu sita í varðhaldi fyribils til tann 29. mai, meðan málið ímóti teimum verður kannað.
Teir tríggir menninir vórðu tiknir, tá íslendska sjóverjan steðgaði teimum umborð á einum seglbáti millum Føroyar og Ísland. Í bátinum vóru meiri enn 100 kilo av amfetamini.
Tríggir íslendingar, sum eru tiknir í sama máli, skulu eisini verða sitandi í varðhaldi til 2. juni. Ta avgerðina hava teir kært til Hægstarætt.