Afghanski politikarin Habibullah Qaderi vil hava altjóða samfelagið at hjálpa landsins myndugleikum at steðga teirri altsamt veksandi rúsevnasmuglingini úr Afghanistan.
Afghanski politikarin var í Wien í gjár, og í einari røðu har segði hann, at rúevnið er við at oyðileggja tilveruna hjá nógvum afghanum, samstundis sum tað er ein hóttan ímóti landsins trygd. Afghanska stjórnin er ikki før fyri at loysa trupulleikarnar, og tí má altjóða samfelagið hjálpa henni, segði Habibullah Qaderi.
Í røðuni segði hann, at hóast afghanska stjórnin roynir at forða bøndrunum at dyrka opium, verður framleiðslan munandi størri í ár enn í fjør, tí nógvir bøndur sýta fyri at laga seg eftir politikkinum hjá stjórnini. Afghanistan er tað landið í heiminum, sum útflytir mest opium.










