Rúsevnabarónur tikin

Amerikanska rúsevnaløgreglan hevur tikið ein tann ringasta rúsevnabrotsmannin í Meksiko, sigur løgmálaráðið í Washington.

Maðurin eitur Javier Arellano Felix og er sambært myndugleikunum oddamaður í einum sera illa gitnum rúsevnafelagsskapi, sum eitur Tijuana, og amerikonsku myndugleikarnir vilja vera við, at hann og hansara hava forvunnið sær nógvar pengar burtur úr rúsevnasmugling tvørtur um markið millum Meksiko og USA.

Myndugleikarnir í USA høvdu lovað 30 milliónir krónur í samsýning, um onkur kundi koma við upplýsingum, sum kundu hava við sær, at Javier Arellano Felix bleiv tikin. Løgmálaráðið í Washington sigur, at fleiri av teimum næstu medarbeiðarunum hjá Felix eru eisini tiknir.