Rúsdrekkasølan sum óheft landsfyritøka

Hans Pauli Strøm, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, er sannførdur um, at avlopskravið hjá Rúsuni skal burtur. Tí mælir hann til, at Rúsdrekkasøla Landsins verður ein óheft landsfyritøka. Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, hevur ein trupulleika. Tað er lógarkrav, at Rúsdrekkasøla Landsins skal geva 16,8 milliónir krónur í avlopi á hvørjum ári.

Men Rúsdrekkasølan fer ikki at geva meira enn gott og væl 14,8 milliónir krónur í landskassan í 2010.

Tí hevur Johan Dahl biðið um eykajáttan, soleiðis at avlopskravið verður rokkið. Ætlanin er at opna ein eksklusivhandil í SMS og opna ein nýggjan handil í Sundalagnum. Handlarnir skulu millum annað selja lutir, sum hava tilknýti til produktini, sum Rúsdrekkasølan selur.

Soleiðis kann Rúsdrekkasøla Landsins selja meira rúsdrekka og røkka málinum, sum er at hava 16,8 milliónir krónur í avlopi.

Men uppskotið var ikki tikið í álvara í tinginum í gjár. Eingin tók undir við tí.

Orsøkin var, at tað er í stríð við ætlanina at tálma rúsdrekkanýtsluni.

Hans Pauli Strøm sigur við Rás2 í dag, at avlopskravið skal burtur sum skjótast, og Rúsdrekkasølan skal skipast sum ein óheft landsfyritøka, uttan lógarkravdar treytir um avlop. Soleiðis er møguleiki fyri at arbeiða við ætlanini at tálma nýtsluni.

Avlopskravið hækkaði úr 14,8 milliónum krónum og upp í 16,8 milliónir krónur á fíggjarlógini í 2010. Hans Pauli Strøm ivast ikki, tá hann verður spurdur, um tað ikki eisini er í stríð við politikkin at tálma nýtsluni.

- Tað er tað í øllum førum, og tí skal hesin spurningurin viðgerast sum skjótast, sigur Hans Pauli Strøm.