Eg skal beinan vegin siga, at eg havi fleiri ferðir ferðast saman við umboðum fyri Kringvarpið, bæði útvarps- og sjónvarpspartin, og havi onki at havast at í tí sambandi. Havi fleiri ferðir hitt hesi starvsfólk í barrini eftir langan dag, uttan at nakað hevur verið at skrivað heim um, hvørki so ella so.
Men samstundis havi eg hoyrt frá øðrum ferðum hjá Kringvarpinum, har starvsfólk ikki hava kunna arbeitt orsaka av drykkjuskapi og enntá at dýr útgerð hjá stovninum (fyri fleiri hundrað túsund krónur) er farin fyri skeytið, uttan at nakað hevur verið at hoyrt um tað í Kringvarpinum.
Hinvegin havi eg hesa vikuna sæð D&V á netinum. Mánakvøldið vóru næstan 10 minuttir av stuttu tíðindasendingini nýttir upp á evnið og í kvøld aftur út við 4 minuttir.
Eg skal ikki taka dagar ímillum hendingarnar og leggja nakað sum helst í tær, men Ingolf og Kaj, tá hetta evnið er so áhugavert: Hvat við at kanna, hvussu nógv tílík mál hava kostað Kringvarpinum, uttan at orð ella eið hava verið grett um hetta?
Hetta hevði verið áhugavert at hoyrt frá tykkum, sum breggja tykkum av at vera so óheftar og rættvísar í øllum dagsins viðurskiftum.