John Johannessen
Tað skal fáa avleiðingar fyri tingmann við ábyrgdarstarvi, hevur hann trupulleikar við rúsdrekka.
Hetta staðfestir Tjóðveldisflokkurin í nýggjum rúsdrekkapolitikki, hann hevur orðað.
Flokkurin hevði týskvøldið fund, har millum annað rúsdrekkamisnýtsla millum tinglimir var til viðgerðar.
Tjóðveldisflokkurin sigur í kunningarskrivi, at málið er ikki nýtt. Rúsdrekkatrupulleikar hava altíð verið kendir í føroyskum politikki og helst eisini í øllum flokkum. Men nú vil Tjóðveldisflokkurin taka ítøkilig stig til at basa hesum trupulleika.
Bikari flotið yvir
Sum Sosialurin skilir á tingfólkum úr øllum flokkum og í mikudagsútgávuni av Oyggjatíðindum, hevði tingformaðurin, Finnbogi Ísakson, heldur nógv í høvdinum, tá hann setti tingfundin seinasta leygardag.
Júst hetta hevur fingið øði í fleiri tingfólk ? serliga tingfólk Tjóðveldisfloksins, har tingformaðurin er limur. Tí varð spuringurin um rúsdrekkatrupulleikar millum tingfólk settur á skránna fyri fundin hjá tingbólki Tjóðveldisfloksins týskvøldið, har kravt varð, at greiða skuldi fáast á trupulleikanum.
Eisini viðgerðin av fullveldismálinum í uttanlandsnevndini hevur sambært nevndarlimum verið darvað av rúsdrekkatrupulleikum.
Tjóðveldisflokkurin hevur fleiri ferðir áður innanhýsis viðgjørt rúsdrekkatrupulleikar millum tinglimir floksins. Men nú Finnbogi Ísakson møtti fullur á tingi fleyt bikarið yvir. Tjóðveldisflokkurin góðtekur nevniliga ikki, at tingformaðurin, ið hevur landsins hægstu tign, møtir fullur upp í Løgtinginum.
Greiðar reglur
Úrslitið av fundi Tjóðveldisfloksins týskvøldið varð, at flokkurin hevur gjørt nakrar greiðar reglur, ið hann eisini mælir øðrum flokkum at gera. Flokkurin vísir í hesum sambandi á, at trupulleikin við misnýtslu av rúsdrekka finst í flest øllum flokkum.
Tjóðveldisflokkurin heldur tað vera neyðugt, at aðrir flokkar eisini samtykkja ein rúsdrekkapolitikk ? bæði av menniskjaligum atlitum og til tess at ganga á odda fyri at bróta tabuini um rúsdrekkatrupulleikar í samfelagnum.
Megireglurnar, Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt í rúsdrekkaspurninginum, eru fylgjandi:
1. Flokkurin skal taka trupulleikan opið upp, tá hann er staðfestur, so tað ikki verða persónar øll tosa um, men ongin tosar við um trupulleikan.
2. Flokkurin skal stuðla teimum, ið hava trupulleikarnar, til at leita sær professionella hjálp og ráðgeving.
3. Flokkurin ger samstundis greitt, at um trupulleikin ikki verður loystur, fær tað avleiðingar fyri politisku ábyrgdarstørvini.
Full semja
Tjóðveldisflokkurin vísir á, at rúsdrekkapolitikkurin er gjølla viðgjørdur í fullari semju í flokkinum, og stigini eru longu tikin av teimum persónum í flokkinum, ið sjálvir meta seg at hava trupulleikar.
Flokkurin vísir á, at trupulleikarnir kunnu gerast so stórir, at teir hava bæði persónligar, menniskjaligar avleiðingar og avleiðingar fyri politiska arbeiðið hjá flokkum, á tingi og í landsstýri.
Men flokkurin vísir á, at tað er lítið virðiligt um spurningurin gerst til persónlig ella partapolitisk álop uttan atlit til álvaran í slíkum máli fyri persónar, avvarðandi og flokkar.