Rúsdrekkalógin verður kanska broytt í næstum

Rúsan skal blása - við mjøli í munninum, men tað hevur hon klárað væl

 

 

Tað er eingin grund til at broyta rúsdrekkalógina, soleiðis at eisini matstovur, og aðrar fyritøkue, eisini sleppa at innflyta vín.

Tað heldur ein stórur meirilut í Vinnunevndini hjá Løgtinginum. Og í hesum máli hendir tað sjáldsama, at samgongan og ein stórur partur av andstøðuni, eru samd.

Fyrr í ár legði Framsókn uppskot fyri Løgtingið um at geva matsovum og fyritøkum heimild til at innflyta borðvín, tað er vín, sum vanliga verður drukkið aftur við mati.

Men tað er stórur meiriluti ímóti at bróta einkarrættin hjá Rúsuni á hesum øki. Umboðini fyri Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin, halda ikki, at hetta er neyðugt yvirhøvur.

Sum støðan er nú, bíleggur stórur partur av matstovuvinnuni í dag beinleiðis frá veitarum, og í hesum sambandi samráðast tær sjálvar um treytirnar, eisinu um prísin.

– Sostatt er núverandi lóg ongin avmarking í hesum sambandi, men eru aðrir trupulleikar ímillum Rúsuna og matstovuvinnuna verður mælt til, at partarnir seta seg saman og royna at semjast um slík praktisk viðurskifti, siga tey.

Samstundis er støðan tann, at matstovuvur fáa avsláttur av borðvíni frá Rúsuni, umframt at tað ber til hjá teimum at hava goymslu á Rúsuni.

Hinvegin krevja myndugleikarnir, at Rúsan eisini skal hava eitt ávíst avlop, men avlopið av borðvíni er sera avmarkað.

– Rúsdrekkasøla Landsins hevur fingið álagt at hon skal bæði virka á handilsligum grundarlag, og hava eitt ávíst avlop, samstundis sum hon harumframt skal leggja áherðslu á fyribyrging.

Hetta er ikki sørt mótsigandi, tí tað er sum at blása og hava mjøl í munninum samstundis, halda tey.

– Hóast hesa áseting hevur eydnast Rúsdrekkasølu Landsins og matstovunum at broyta drykkjuvanarnar munandi og verður í dag drukkið minni av sterkum brennivíni enn áður.

Kortini mæla tey til at endurskoða rúsdrekkalógina, tó so, at Rúsan framhaldandi tekur ábyrgd av teimum samfelagsligu avleiðingunum, rúsdrekka hevur við sær, og har kravið um vinning ikki skal eggja teimum at selja meiri.