Rúsdrekkakoyring er fyri menn

Tað er alment kent, sum fordómur, at mannfólk duga betur at koyra bil enn konufólk. Um tað sama er galdandi eftir at nakrir snapsir eru glidnir niðurum, man vera ringt at døma um. Men hagtøl benda á, at føroysk mannfólk um ikki annað halda seg duga betur at koyra bil rúsaðir enn konufólk

 

Bara fýra fólk av kvennkyni vórðu tikin fyri rúsdrekkakoyring í árinum 2000. Talið á rúsaðum bilførarum av hinum kyninum var 138. Tað vísa hagtøl í ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekka- & Narkotikaráðnum.

Umleið sama lutfall var millum kvinnuligar og mannligar rúsaðar bilførarar í 1999, tá eisini bara 4 kvinnur vórðu tiknar fyri at koyra við kenning, meðan 123 menn vóru tiknir fyri sama lógarbrot.

Tikið sum givið, at ferðsluløgreglan ikki sær millum fingrarnar, tá vøkur sprund koyra full, og at lutfallið millum tey, sum koyra við kenning, og tey, sum verða tikin fyri at koyra við kenning er nøkunlunda rætt, kann við vissu staðfestast, at rúsdrekkakoyring er nakað, sum menn, og næstan bara menn, kundu funnið uppá.

Av teimum, sum tikin vórðu fyri rúsdrekkakoyring í 2000, høvdu bert 10 fólk eina promillum millum 0,5 og 0,8, sum fyrr var markið fyri rúsdrekkakoyring. Vanligasta promillan lá millum 1,5 og 2,0. Ein einsamallur bilførari var so dýrandi fullur, at hann hevði meira enn 3 promillu av alkoholi í blóðinum.