Rúsdrekka orsøk til nógv óhapp á sjónum

Aðru hvørja ferð eitt av teimum størru handilsskipunum siglir á land í Danmark, kemst tað av rúsdrekka ella av møði, og russiskir yvirmenn eru teir størstu syndararnir í so máta. Tað sæst í einari kanning, sum blaðið Politiken hevur gjørt.

Kanningin staðfestir, at tey seinastu 15 árini hava tað verið minst 72 tilburðir, har stór handilsskip eru farin á land, og har annaðhvørt rúsdrekka ella møði hevur verið viðvirkandi til óhappið. Í 51 av teimum 72 tilburðunum var rúsdrekka uppií, og í øðrum hvørjum tilburði var tað júst rúsdrekka ella møði, sum var tann beinleiðis orsøkin til óhappið, skrivar Politiken.

Ib Henriksen, sum er formaður í felagnum hjá teimum donsku loðsunum, sigur við blaðið, at trupulleikin er vorðin størri tey seinnu árini, og harafturat eru fleiri tilburðir, sum myndugleikarnir als ikki vita nakað um, sigur hann.

Kanningin hjá Politiken vísir, at trupulleikin við rúsdrekka og møði er størstur umborð á teimum minnu farmaskipunum, sum sigla ímillum evropeiskar havnir.