Rúsdrekka- og Narkotikaráðið heldur ársfund

Danskur sálarfrøðingur fer á ársfundinum at halda fyrilestur um, hvussu til ber at hjálpa børnum, hvørs foreldur eru rúsevnismisnýtarar

Rúsdrekka- og Narkotikaráðið heldur í dag ársfund á Runavíkar Sjómansheimið. Evnið á fundinum í ár er: »Børn, sum vaksa upp í heimum, har rúsevni verða misnýtt.«

Til ársfundin í ár er komin danskur fyrilestrahaldari. Tað er sálafrøðingurin, Lisbeth Rask, sum í mong ár hevur starvast við børnum og familjum, verður sagt í tíðindaskrivi frá Rúsdrekka- og Narkotikaráðnum.

Lisbeth Rask fer at halda fyrilestur um, hvussu vit kunnu hjálpa børnum, hvørs foreldur eru rúsevnismisnýtarar, og eisini, hvussu vit kunnu hjálpa foreldrunum.

Eisini tveir føroyingar, sum hvør í sínum lagi hava havt samband við fólk, sum hava rúsevnistrupulleikar, fara at luttaka á ársfundinum við hvør sínum innleggi.

Formaðurin í barnaverndini í Tórshavn, Beate L. Samuelsen, fer at lýsa evnið frá sjónarhorninum hjá barnaverndini, og Arne Ludvig, fyrrverandi skúlastjóri, fer at lýsa evnið frá skúlans sjónarhorni.

Formansfrágreiðingin verður eisini løgd fram á fundinum, sum byrjar á Runavíkar Sjómansheimi í dag klokkan 14.00 og er settur at vara í góðar tveir tímar.