Blandingin av rúsdrekka og heilivági er ofta vandamikil, tí við hesum kann styrkin av hesum blandaða løgi fleirfaldast. Í fleiri førum hava bilførarar eisini tikið annað enn heilivág. Kanningar vísa at um bilførarin er millum 18 og 24 ár, og hann hevur meira enn 0,5 promillu í blóðinum, er vandin fyri at doyggja nógvar ferðir størri.