Á hvørjum ári doyggja umleið 30.000 fólk í ferðsluni í ES-londunum, og hagtøl hjá ES-hagstovuni vísa, at ein fjórðingur ella umleið 7.500 fólk doyggja í ferðsluvanlukkum, har rúsdrekka er uppií.
Tað er kortini minni enn í USA, tí har er rúsdrekka orsøk til triðja hvørt deyðsfall í ferðsluni.
Amerikanska ferðslumálaráðið sigur, at í fjør doyðu 9.878 fólk í ferðsluvanlukkum, sum stóðust av, at bilførarin hevði drukkið. Tað svaraði til 31 prosent av øllum deyðsføllunum í ferðsluni í fjør.