"Úr savninum" er ein fastur táttur í sendingini SportBoxin á Rás2.
Í dag var kvinnufótbóltur evnið. Leitað var aftur til steypafinaluna hjá kvinnum, sum var leygardagin 4. juli í 2009, tá AB og KÍ møttust á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Vit hoyra hvussu tað ljóðaði, tá Tróndur Arge segði frá teimum avgerandi løtunum í dystinum, sum AB vann við tveimum málum, sum Mona Breckmann skoraði. Vit hoyra eisini brot úr samrøðum við fegnar AB-kvinnur. AB vann dystin 2-1.
Sofía Purkhús skoraði málið hjá KÍ.