Rósar teimum ungu

Fyrrverandi landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, fegnaðist um føroyska avrikið og var serliga fegin um tað, teir ungu menninir vísa á liðnum

– Hetta var eitt fantastiska gott avrik, og yvir alla linjuna gjørdu allir tað gott. Kanska hava vit hepni við okkum í einum tveimum førum, men samanumtikið kunnu vit vera errin av avrikinum, tí her var rættiliga stórur prísmunur, um vit settu liðini upp ímóti hvørjum øðrum.

Tað staðfesti Jógvan Martin Olsen, eftir at hann í gjárkvøldið hevði verið viðmerkjari hjá Rás 2 og sostatt hevði sæð dystin ímóti Fraklandi úr einum heilt øðrum sjónarhorni, enn hann er vanur. Rásarúmið var í ovastu hæddini í FSF-húsinum, við góðum útsýnið niður yvir allan vøllin.


Ungar dygdir

– Nógvir av hesum monnunum eru rættiliga ungir. Í verjuni hava vit Jónas og Johan, sum eru 20 ára gamlir, og Bogi í høgru síðu er eisini 20, umframt at Jóan Símun í álopinum bara er 18 ára gamal. Hesir ungu menninir hava nakrar dygdir, vit ikki hava sæð fyrr, segði Jógvan Martin eftir dystin.

– Hetta er nakað, vit hava bíðað nokk so leingi eftir, men hetta vit sóu eisini longu í dystunum í fjørheyst, at her var nakað at byggja víðari á. Tað hava teir so sanniliga víst nú og eisini í dystinum ímóti Serbia. Liðið er við at spæla seg saman og menn eru við at finna út, hvussu teir á besta hátt kunnu samarbeiða á liðnum.

Jógvan Martin Olsen hevði bara rósur at bera øllum ketunum á føroyska liðnum:

– Allir gera sítt besta, og so var tað enntá ímóti endanum øgiliga nær við, at vit fingu eitt kontramál, segði hann.


Góð fríspørk

Nakað, royndi venjarin serliga hefti seg við, vóru deyðbóltsstøðurnar, sum bæði í fyrra og seinna hálvleiki góvu Føroyum møguleika at leggja eitt ávíst trýst á fronsku heimsstjørnurnar, ið eisini hvørja ferð komu í trupulleikar.

– Fríspørkini hjá Súna Olsen lógu heilt ótrúliga væl og tað var veruliga høgur klassi yvir teimum. Har mundu vera einar seks góðar frísparksstøður, sum Súni tók sær væl av, tí hann hevur heilt framúr góðan sparkiteknikk. Tað kundi verið øgiliga skjótt, at vit fingu eitt mál burtur úr onkrari av teimum, segði Jógvan Martin Olsen, sum hevur vónir um, at landsliðið kann fáa okkurt stig aftrat í komandi dystunum.

– Vit vita, at skulu vit hava okkurt stig aftrat, so verður tað sera torført á útivølli ímóti Serbia og Fraklandi. Og hóast eg vænti, at næsti dysturin, sum er á útivølli ímóti Eysturríki, verður sera torførur, so er tað í tí dystinum og heimadystinum ímóti Litava aftaná, at vit skulu satsa uppá at fáa okkurt stig aftrat.