Tað sigur Jákup Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann sigur seg ikki skilja, at Johan Dahl altíð skal gera tað lættari hjá ungum, at fáa fatur á rúsandi løgum. Stjórin í Rúsuni, Elsa Maria Olsen, segði við Rás2 í gjár, arbeiði við at lata nýggjar handlar upp í SMS og Sundalagnum er farið í gongd.
Men Jákup Mikkelsen sigur seg ikki vita av, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til hesar nýggjar handlar.
-Tað er eingin lógarheimild fyri hesum, so eg vænti tað verður steðgað áðrenn, sigur Jákup Mikkelsen við Rás2.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl sigur, at hann vil ikki gera nakrar stórvegis viðmerkingar.
Hann vísir bara á, at Elsa Maria Olsen er leiðari, og hevur innan lógarinnar karmar fingið álagt at gera sítt sum stjóri til at tryggja avlopskravið, sum løgtingið hevur álagt verður hildið.