Rúsan sleppur allarhelst undan kravi

Ætlanin at lata handil hjá Rúsini upp í SMS er nú løgd á hyllina. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sigur, at tað er niðurstøðan á samgongufundi í gjár.

Samgongan samdust um, at landsstýrismaðurin í vinnumálum skal gera eina ætlan fyri, hvussu viðurskiftini rundan um rúsuna skulu skipast frameftir.

Í hesum sambandi skal hann kanna eftir, hvussu rúsdrekkasøla er skipað í okkara grannalondum, serliga í Svøríki.

Málið skal so aftur leggjast fyri samgonguna.

Hinvegin er yvirhøvur semja í samgonguni, at tað er ikki skilagott á áleggja Rúsuni eitt krav um eitt ávíst avlop.

- So helst verður onki avlopskrav til Rúsuna, sigur løgmaður.

So er ein máti at heinta peningin inn við avgjøldum ístaðin.

Men løgmaður ásannar, at hetta loysir ikki trupulleikarnar hjá Rúsuni at halda avlopskravið í ár.

- Hetta er ein spurningur, sum landsstýrismaðurin nú fer at samskifta við leiðsluna í Rúsuna um.

Hvat úrslitið av tí verður, ber ikki til at siga enn.

Í prinsippinum stendur avlopskravið í ár við.

Men tað skilst á løgmanni, at klárar Rúsan ikki at halda alt avlopskravið, fer tað at verða góðtikið í samogonguni.

Ongin kann leggja eina fíggjarætlan upp á oyrað, sigur Kaj Leo Johannesen.