Rúsan skal viðgerast í dag

Tingfundur verður settur klokkan 11. Millum málini, sum skulu viðgerast í dag, er lógaruppskotið hjá Miðflokkinum, at Rúsan skal flyta úr Miðlon í Havn, og annars ikki sleppa at hava handlar í hølum, har aðrir handlar eru.

Á skránni er eisini uppskot til samtyktar, at teir stóru flokkarnir hava tvey umboð, og Sjálvsstýrisflokkurin og Miðflokkurin hava eitt umboð í stjórnarskipanarnevndini. Poul Michelsen eigur uppskotið.

Uppskotið til samstyktar um realkreditt hjá Sjálvstýrisflokkinum skal eisini viðgerast, og Jóannes Eidesgaard, landstýrismaður í fíggjarmálum, fer eisini at svara skrivaliga fyrispurninginum frá Hans Paula Strøm, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin, hvat føroyskar vinnufyritøkur gjalda í skatti og gjøldum samanborið við vinnufyritøkur í grannalondunum.