Matstovur skulu nú sjálvar sleppa at innflyta vín, sum verður drukkið aftur við matinum. Tað er endamálið við einum uppskotið, Framsókn hevur lagt fyri Løgtingið.
Og hetta verður samstundi seinasta uppskot, Poul Michelsen, leggur navn til, áðrenn hann legði frá sær í politikki fríggjadagin.
Men umframt matstovur skulu eisini aðrar fyritøkur sleppa at innflyta borðvín, sum tær síðani kunnu selja víðari til matstovur, og til skeinkistøð, dansistøð, og onnur, sum hava skeinkiloyvi.
Tær fyritøkur, sum fáa loyvi at innflyta borðvín, skulu lúka ávísar treytir til goymsluviðurskiftini, soleiðis at óviðkomandi ikki sleppa fram at víninum.
Her er bara talan um borðvín, sum ikki skal vera sterkari enn 15 prosent.
Framsókn vísir á, at matstovur hava fleiri ferðir víst á, at tað er neyðugt hjá teimum at fáa eitt betri úrval av dygdarvíni til gestirnar.
Fyri at røkka hesum máli, mælir Framsókn nú til, at matstovur sjálvar sleppa at innflyta borðvín, sum ikki er sterkari enn 15 prosent.
Framsókn sigur samstundis, at tær fyritøkur, og tær matstovur, sum fáa loyvi at innflyta borðvín, skulu eisini hava heimild til at samráðast við veitaran, tey keypa frá, um prís og avsláttur, og onnur viðurskifti.
Framsókn sigur, at hetta er eisini í samsvari við ferðavinnupolitikkin hjá tí almenna.
Men tey leggja afturat, at einkarætturin hjá rúsuni at selja til vanligar brúkarar, verður ikki broyttur, og sostatt fer hetta ikki at gera tað lættari hjá fólki at fáa fatur á rúsdrekka.
Framsókn vísir át, at tað er bara í Føroyum, at tað er ein einkarsøla, sum eisini hevur einkarrætt til at innflya rúsdrekka.