Rúsan fer nú at seta fleiri tiltøk í verk fyri at forða fyri, at tað skal eydnast ungum undir 18 ár at keypa øl og rúsdrekka. Tað kom dátt við, tá ið Kringvarpið nú ein dagin kundi avdúkað, at ung undir 18 ár at kalla ótarnað sluppu at keypa í Rúsuni, hóast tað er ólógligt at selja øl og rúsdrekka til ung undir 18 ár.
Og á Tingfundi í morgun var Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, spurdur, hvat hann ætlar at gera fyri at forða fyri at hetta endurtekur seg.
Landsstýrismaðurin sigur, at Rúsan hevur gjørt av, at hereftir skal samleikaprógv krevjast frá øllum, sum verða mett at verða undir 25 ár, fyri at skúgva allan iva um aldurin til viks.
Samstundis verður kassaapparatið skipað soleiðis, at keypið kann ikki avgreiðast, fyrrenn fólkið við kassan hevur trýst á ein knøtt, har tað verður staðfest, at keyparin er yvir 18 ár.
Tað merkir í hvørjum einstøkum føri skal fólkið við kassan taka støðu til aldurin á tí sum keypir, áðrenn tað ber til at avgreiða keypið.
Samstundis er Rúsan farin at seta kanning í verk fyri at vita um ung undir 18 ár kortini sleppa at keypa rúsdrekka.