Rúsan ríður á tveimum rossum

Stjórin hevði onki havt ímóti, at skipanin við Rúsuni varð endurskoðað

Skipanin við Rúsuni eigur at verða endurskoðað

 

Tað heldur Rógvi Andrias Fossádal, stjóri í Rúsuni.

 

Hann vísir á, at Rúsan hevur tvey endamál, sum stríða ímóti hvørjum øðrum.

 

Øðrumegin er endamálið við Rúsuni at hon skal tálma rúsdrekkanýtsluni. Men hinumegin skal Rúsan eisini rekast á vinnuligum grundarlagi, tí tað er eitt krav, at hon skal geva eitt ávíst yvirskot.

 

– Í ár skulu vit hava 16,8 milliónir í yvirskoti, sigur stjórin. Tað stendur á fíggjarlógini og tað skal sjálvandi haldast

 

Hann sigur, at hetta eru tvey endamál, sum stríða ímóti hvørjum øðrum, tí samstundis sum at Rúsan skal tálma nýtsluni, má hon leggja dent á at selja fyri at geva ta avlop, politikarar krevja.

 

Tí hevði honum dámt betur, at skipanin átti at verðið umløgd, soleiðis at kravið um at Rúsan skal geva eitt ávíst yvirskot, verður slept.

 

Hinvegin eigur alt at verða løgd upp á avgjøldini.

 

– Sostatt verður inntøkan hjá landinum av rúsdrekka treytað av, hvussu nógv verður drukkið. Tað er tað ikki í dag, tí í dag skal Rúsan geva landskassanum góðar 16,8 milliónir, sama hvussu nógv, ella lítið, verður drukkið.

 

Stjórin sigur, at hetta er ein spurningur, politiska skipanin hevur arbeitt við, men tað steðgaði tí at óvissa var um, hvussu hetta fór at ávirka prísin, og er ikki tikið upp aftur síðani.

 

Rógvi Andrias Fossádal sigur, at viðhvørt er tað lættari sagt enn gjørt at lúka treytirnar um, yvirskotið, Rúsan skal geva, tí tey eru ikki harrar yvir nógvum av útreiðslunum. Eitt nú eru tey ikki harrar yvir lønarútreiðslunum, sum eru hækkaðar eina góða millión, ella eini 8-9 prosent, hesi seinstu tvey árini, og tað fáa vit einki gjørt við, tí tað er ásett í sáttmála.

 

Stjórin sigur, at fyri at røkka avlopskravinum, er Rúsan viðhvørt noydd til at drýggja íløgur longri enn ætlanin annars var og tað eru ikki tær bestu fortreytirnar at virka undir, heldur hann.

 

Hann heldur eisini, at Rúsan eigur at verða umskipað, so at hon kann flyta yvirskotið eitt ár til tey næstu árini, tí tað hevði gjørt raksturin smidligari.