Rúsan má vera eitt sindur moderna

Fólkaheilsuráðið vil styrkja Rúsuna og tí hava tey onki ímóti, at hon eisini verður opin leygardagar

- Rúsan skal ikki vera ein gamal, súrt, statsligt, tvørtræ, tí so missur hon undirtøkuna í fólkinum.
- Tvørtur ímóti má hon vera eitt sindur moderna og kann veita viðskiftafólki eina góða tænasta.
Tað er ein orsøk til, at Fólkaheilsuráðið onki hevur ímóti, at Rúsan nú eisini fer at hava opið leygardagar.
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum heldur, at tað er neyðugt, at Rúsan hevur dyga undirtøku í fólkinum.
Tí heldur hann eisini, at endamálið eigur at vera at styrkja Rúsuna sum stovn. Men so má hon eisini fylgja við tíðini so at hon kann vera ein tænatustovnur á hampiliga høgum støði.
Av tí sama halda vit eisini, at Rúsan eigur at hava opið í vanligari handilstíð og í dag er vanlig handilstíð eisini leygardagar, tí tað er einasta tíð í vikuni, har nógv fólk sleppa til handils.
- Tann gravgangur, sum sæst í Rúsuni seinnapart fríggjadag, tá ið fólk koma frá arbeiði, er lítið virðiligur, sigur Fólkaheilsuráðið í tilmæli sínum í sambandi við ætlanina at lata Rúsina hava opið leygardag.
Hann sigur fyri sín egnu rokning, at skulu vit tosa um dygd og at samanseta drykkjuvørur og mat, er tað neyðugt at vit hava eina styrkja Rúsu, tí tað er bara ein statslig og peningasterk Rúsa, sum er før fyri at hava eina fjølbroytta goymslu av teimum serligum víni og øli, tí tað hava vanligir handlar ongan møguleika til.
- Men tað hevur eisini týdning, at starvsfólki í Rúsini fær førleikar til at ráðgeva og upplýsa viðskiftafólkinum.
Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum staðfestir, at einahandlarnir, sum selja rúsdrekka í hinum norðurlondunum hava eisini opið leygardagar og hann dugir ikki at síggja, hví vit ikki skulu gera tað sama.
Les eisini greinarnar "Skulu ikki drekka meir enn sjey litrar", "Hóttir við at hækka prísin í Rúsuni enn meir" og greinina "Rúsan er sum eitt apotek"