Longu um tvær vikur ætlar Rúsan at lata ein ekslusivan handil upp í SMS, er ikki onkur onnur loysn funnin tá.
Hetta staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Higartil hevur hann ikki viljað tosað um ætlanina at lata eina Rúsu upp í SMS, men nú er hann noyddur til tað, tí Bill Justinussen, løgtingsmaður, hevur sett honum ein formligan spurning í Løgtinginum um hetta.
Rúsan er við at koma í neyð, tí hon klárar ikki at hava so stórt avlop, sum Løgtingið hevur kravt og ein liður at røkka avlopskravinum, er at lata handil upp í SMS við dýrum víni og brennivíni.
Johan Dahl sigur, at tað tað er ikki fyri at økja um nýtsluna, at Rúsan nú ætlar at lata ein handil við dýrum víni og brennivíni upp í SMS.
Hann sigur, at hetta er eitt átak fyri at økja um søluna í krónum fyri at Rúsan skal fáa størri avlop.
Men at flyta viðskiftafólkini frá mongdarnýtslu til dygdarnýtslu, er bæði endamálið við tálming og endamálið við hækkaða avlopskravinum, rokkið.
Tað skilst eisini á svarinum, at hóast hann er greiður yvir, at samgongan er ósamd um hetta, hevur hann sjálvur góðtikið ætlanina, tí hann sigur, at hetta er ein liður í at røkka avlopskravinum hjá Rúsuni og sjálvur raðfestir hann tað høgt at halda fíggjarlógina.
Hann vísir kortini á, at ilt er at meta um søluna í einum slíkum handli, men mett verður, at handilin í SMS fer at selja fyri eina lítla millión, hetta til nýggjárs og tað fer at geva Rúsuni ein nettovinning upp á 200.000 krónur.
- Ætlanin er, at hendan skipan verður roynd í gott og væl eitt ár og at Rúsan fyrst í 2012 ger eina eftirmeting, har kannað verður, um ásetingarnar um tálming í rúsdrekkalógini verður hildin, og um metingarnar í sambandi við søluna og vinningin halda.










